Vinna

727 mió fyri skatt: Gott ár hjá Bakkafrost

...

2014-02-25 13:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??rslitið hjá Bakkafrost fyri 2013 var 2013 var 727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt.

Fyri fjórða ársfjórðing í fjør var úrslitið fyri skatt 174 milliónir og 138 milliónir krónur eftir skatt.

Í eini frágreiðing verður sagt, at alideildin hevði eitt gott úrslit, orsakað av tí góða laksaprísinum.
Men Bakkafrost missir framvegis pening í sølusáttmálum fyri lidnar vørur.

Annars royndist framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri væl.

Í stuttari viðmerking sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, at úrslitið í fjør er merkt av, at tøkan av laksi í Fuglafirði varð framskundað, eftir at amøbur vórðu funnar har.

- Marknaðurin er kortini við okkum, tí eftirspurningurin eftir laksi vaks skjótari enn útboðið, og sæst hetta eisini aftur í laksaprísinum, sigur Regin Jacobsen.

Skrivar portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder