2017-01-30 07:27

Fyrradagin legði Christian Olsen hetta filmsbrotið út á Facebook, og sera nógv fólk hava sæð tað. Í løtuni vísir teljarin á Facebook at 63.000 fólk hava sæð tað.
Christian siglur við ??got. Fiskiskapurin hjá ??got er brúkiligur, teir fáa um 13 til 14 tons av heysaðum fiskið um døgni. Um alt gongur sum tað skal, so seta teir kós heim í vikuskiftinum, men tað kann broytast tí eitt lágtrýst er á veg móti Flemish Cap, men lágtrýsti hevur hug at flyta seg, soleiðis at tað harðasta ikki rakar á Flemish Cap. Frá ??got verður sagt, at teir hopa tað besta og síggja ljóst uppá tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald