2014-02-06 16:01
Allir 4 partrolararnir hjá hvalbingum landa í Hvalba í dag. Tilsamans hava teir 460.000 pund.
Niels Pauli og Steintór, sum hava roynt vestanfyri hava 280.000 pund, so gott sum alt er upsi.
Breiðanes og Hamranes hava roynt sunnalaga á Munkagrunninum, teir hava 180.000 pund, tað er meira blandað slag hjá teimum.
Nógva fiskaarbeiðið í Hvalba gevur arbeiðið til allar hendur, tað sæst eisini aftur í skattainntøkunum í Hvalba.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald