2014-05-16 04:01
4 gulllaksatrolarar hava í dag landað tilsamans 510 tons av gulllaksi. Skipini hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi, heilt suður ímóti markinum við ES.
Vestmenningur og Fram hava landað til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir høvdu 260 tons.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava landað á Toftum, teir høvdu 250 tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir veiðuna hjá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum.
??ll skipini eru farin nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald