JN

351 koppsett mikudagin og hósdagin

...

2021-10-08 11:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikudagin og í gjár vórðu tilsamans 351 fólk koppsett fyri koronu. 175 fólk fingu fyrra prikið og 173 fingu tað seinna. Trý fólk fingu triðja prikið.

Eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaði á Sandoynni mikudagin. 45 fólk lótu seg koppseta á Sandoynni.

Nú hava 38.647 fólk fingið fyrru koppsetingina. 36.713 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett. 11 fólk hava fingið trý prik.

Tilsamans 75.371 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder