2014-04-15 16:20
Á svartkjaftafeltinum - sunnast í føroyskum sjógvi - eru í morgun 30 stór íslendsk og russisk svartkjaftaskip.
Fiskiskapurin í føroyskum sjógvi hevur enn ikki verið tann stóri, men sunnanfyri í ES-sjógvi er rokfiskiskapur.
Svartkjafturin flytir seg spakuliga norðureftir, í nátt var nógv at sígga tætt sunnanfyri føroyska markið, men ikki so nógv í føroyskum sjógvi, har ein stórur floti liggur og bíðar eftir, at svartkjafturin skal koma í føroyskan sjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald