Vinna

23.909 løntakarar í Føroyum

...

2014-06-13 00:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í mars vóru 23.909 løntakarar í Føroyum, tað er tað mesta í meira enn trý ár. Tað hava ikki verið yvir 24.000 løntakarar síðan oktober 2010, sum var tíðarskeiðið beint áðrenn stóru húsagangirnar í fíggjar- og fiskivinnuni.

Dagførd og útgreinað hagtøl um løntakarar eru tøk íhagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavningher

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder