JN

22 tilburðir í gjár

...

2021-10-02 15:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár vóru 22 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein tilburður varð staðfestur dagin eftir komu til Føroya, og 12 tilburðir staðfestir við komu til Føroyar við skipi. Restin eru smittað í Føroyum, 6 tilburðir eru partar av kendum smittukeldum, og í 3 førum er smittukeldan ikki kend.

1570 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 123 smittað í Føroyum.

Í september vórðu íalt 187 tilburðir staðfestir, av hesum:

  • 160 smittað av kendum smittukeldum (86%)
  • 17 smittað av ókendum smittukeldum (9%)
  • 10 smittað eftir komu til Føroya (5%)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder