JN

17 tilburðir í gjár

...

2021-09-30 14:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár vóru 17 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tveir persónar eru staðfestir smittaðir ávikavist 2. og 3. dag eftir komu til Føroyar. Restin eru smittað í Føroyum, 14 eru partar av kendum smittukeldum, og í einum føri er smittukeldan ikki kend.

1380 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 104 smittað í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder