JN

13,2 % fleiri nýggj akfør higartil í ár

...

2016-08-02 07:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sølan av nýggjum akførum heldur fram at økjast - higartil í ár eru 1.705 nýggj akfør skrásett, sambært yvirlit frá Akstovuni, í fjør var talið somu tíð 1.506 akfør, tað er ein vøkstur uppá 199 akfør, sum svarar til 13,2% fleiri higartil í ár.

Mesta økingin er í persónbilabólkinum, har er økingi 154 akfør, tað eru skrásettir 1.274 nýggir persónbilar higartil í ár.

Innflutningurin av brúktum akfkørum stendur mestsum í stað, higartil í ár eru innflutt 129 brúkt akfør, somu tíð í fjør var talið 126.

Sí útgreinaði hagtøl frá Akstovuni á myndunum niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder