Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Anniku Magnussen Gaard til sóknarprest í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.
4 umsóknir vóru til embætið.
Sunnudagin 15. februar verður Annika skipað í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við sæti í Kvívík.
Tað er fyrrverandi sóknarpresturin og komandi dómprósturin, Maria Jørðdal Niclasen, ið skipar sóknarprestin í embætið undir gudstænastuni í Kvívíkar kirkju sunnudagin 15. februar kl.12.00.
Annika er ættað úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur í gudfrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022. Á heysti í 2023 tók hon við kallinum sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti á Tvøroyri.
Tríggjar kirkjur eru í prestagjaldinum: Vestmanna, Kvívíkar og Kollafjarðar kirkjusókn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald