Anja er komin úr einum starvið við ábygd fyri innanhýsis burðardyggari menning hjá landbúnaðarfyritøkuni AGRI NORD. Harumframt hevur hon drúgvar starvsroyndir frá sølu- og kundatænastudeildini hjá Atlantic Airways.
Hjá Visit Vágar fer Anja at hava ábyrgd av ymiskum menningarverkætlanum. Visit Vágar arbeiðir eftir eini strategi um at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum burðardygt sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga, við tí endamáli, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum. Í tí liggur eitt nú at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum, og støðugt dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra. Her koma fakligu førleikarnir og starvsroyndirnar hjá Anju til sín rætt og við hennara hollari vitan í burðardygd ætlar hon at leggja dent á at menna ferðavinnu økið við einum burðardyggum sjónarmiði.
Menningarstovan Visit Vágar er eitt samstarv millum Vága kommunu og Sørvágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald