Vinna

Andakt - Alla halganna tíð

.

2024-10-27 08:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Andakt

Alla halganna tíð
Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.”  Jóhannesar opinbering kapittul 21.
Jú, men enn er einki av hesum veruleiki. Dag um dag lesa vit í bløðunum og síggja vit í loftmiðlunum neyðstødd, bangin, hungrandi, líðandi, flíggjandi og grátandi menniskju, sum rópa eftir hjálp. Vit orka illa at síggja tær skelkandi myndirnar, ið sýndar vera á skíggjanum.
Roynt verður á ymiskan hátt at skapa frið við samráðingum, og at hjálpa sum fragast, men hetta fær bara ongan enda. Vísir tað seg, at lond hava gjørt eina friðaravtalu, so hevur tú ikki meira enn vent tær á gólvinum, og avtalan brotin, og menn mugu aftur leita til samráðingarborðið, at pjøssa saman eina aðra. Menniskjan megnar ikki at skapa varandi frið og at nøkta tann ovurhonds tørv og ta stóru neyð, sum hópar seg upp kring heimin.
Men tann neyð, sum vit hoyra um og síggja í tí fjara, ger seg eisini galdandi nærindis. Um vit í vesturheiminum ikki hava sama tørv á mati, vælferð og tílíkum, so eru sorg og grátur og mótloysi og stúran og ósemjur og ófriður eisini galdandi tey framkomnu londini.
Munnu vit nakrantíð megna at broyta heimin til eina reina, friðaliga og fullkomna verð? spyrja vit. Ella verður friðurin bara ein dreymur, sum Cornelis Vreeswijk syngur: ”jeg drömde det var fred på jord och alla krig var slut”?

Í tekstinum omanfyri lýsir gamli ápostulin Jóhannes ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð, eina tilveru, ið koma skal, tá ið henda gamla jørð við allari tess synd og fáfongd endaliga hevur spælt sín leiklut, ”tá ið hitt fyrra er farið,” sum hann sigur. Tá skal alt tað, sum her fær menniskju at gráta og líða, ikki vera longur, tað verður rætt og slætt avtikið. Deyði og sorg og skríggj og pína, og allir syndanna fylgisveinar, hava ikki longur nakað at gera, teir eru vorðnir arbeiðsleysir, ti syndin sjálv er avtikin. Hann, sum í hásætinum situr, ger allar lutir nýggjar.
Vit duga als ikki at ímynda okkum, hvussu tað man vera at liva í einari slíkari tilveru. Hon líkist á ongan hátt henni, vit kenna, so at vit hava nakað at samanbera við. Tí er heldur ikki so lætt at siga, hvussu tað æviga lívið er. Vit mugu bara vera nøgd við at ána, hvussu tað IKKI er. Og tá ið Halgabók vil geva okkum eina hugmynd um tað, vissar hon okkum um, at alt tað, ið er so tungt og trupult á jørðini, og sum ferð eftir ferð fær menniskju at gráta, hevur Guð gjørt enda á. Eingin skal hava lummaturriklæði við sær í himlinum. Tí verður ikki brúk fyri. Menniskju skulu ikki gráta har, men bara gleðast.
Og alt tað, ið fólk hava grátið áðrenn, hevur Guð eisini ráð fyri. Hann skal turka hvørt tár av kinni teirra, so at tað ikki so mikið sum sæst at tey hava grátið. Í himlinum hevur eingin mein av at hava verið á jørðini. Tann Guð, sum ger allar lutir nýggja, ger eisini menniskjuni nýggj.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder