2024-09-11 11:07
Akraberg kom á Fuglafjørð, fyri løtu síðan, við 770 tonsum av ræknum, sum teir skulu landa í Fuglafirði.
6. septembur skrivaðu vit:
Akraberg er farin at sigla heim við 770 tonsum av rækjum, sum teir hava fiskað í 40 dagar.
Hendan túrin hava vit fiskað í Smoguni (Altjóða økið) - umleið 250 fj. eystur úr Hopen, sigur skiparin Eyðun á Bergi við okkum á JN.fo.
Teir rokna við at verða heima seinnapartin týsdagin.
Akraberg landar rækjurnar í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald