Vinna

Akkurát sum fyrr - í Virkinum á Sandi

.

2024-04-29 13:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Leygarkvøldið 11 mai verður dansur  "akkurát sum fyrr" í Virkinum á Sandi.

Bólkarnir sum fara at spæla verða Ravnar og Geislar. Ravnar byrjaðu at spæla í 80 árunum, og spældu nógv øll 90 árini. Geislar byrjaðu fyrst í 90 árunum og spældu nógv heilt upp í 00 árini.

Felags fyri bæði okestrini var at tey dugdu sera væl at fáa lív í á dansigólvinum.
Dansurin í Virkinum fyrr var tiltikin góður, og tað er tann stemningurin sum verður endurskaptur leygarkvøldið 11 mai.

Og nú tað er koyrandi suður, er upplagt at fólk
norðanifrá koma ein túr suður at endurliva eitt leygarkvøld "Akkurát sum fyrr"
Ravnar eru: Torbjørn Jensen- Eyðstein Johannessen- Oddfríður M Rasmussen- Sverri M Edvinsson.

Geislar eru : Frankie Jensen- Jógvan Jón Petersen- Henning H Nicodemussen- Asi Mikkelsen- Jónsvein Poulsen.

Dansurin byrjar kl 24.00 og dansa verður til kl 03.45

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder