Vinna

Ætlaðu uppsagnirnar á Bústaðir

.

2024-10-14 19:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


7 starvsfólk hjá Bústaðir fingu í gjár ætlanarskriv um uppsøgn, 5 av hesum eru limir í Starvsfelagnum.
Tað er komið fram, at starvsfólkahópurin verður skorin niður úr 16 til 8. Hetta er í veruleikanum ikki rætt, tí fyri minni enn einum ári síðani var starvsfólkahópurin 21.
Seinastu 11 mánaðirnar hava fimm fólk sagt seg úr starvi og ongin er settur í teirra stað.
So í veruleikanum verður samlaða starvsfólkatalið lækkað við 12 fólkum, um ætlanirnar at siga hesi 7 úr starvi verður gjøgnumførd.
Eg spyrji bara, hvør skal røkja uppgávurnar hesi 12 starvsfólkini hava tikið sær av?
Verður væntað, at tey 6 starvsfólkini, sum eru eftir (tá er leiðslan ikki tikin við), skulu bera arbeiðsbyrðina, sum 19 starvsfólk hava lyft?
Tá starvsfólkakostnaðurin fer niður, fer annar kostnaður upp, tað er púra logist. Og tí má eg spyrja, um tað er í fínasta ordan at knúsa ein stovn sundur við at senda starvsfólkini til hús uppá tað, at stovnurin skal keypa sær tænastuna aðrastaðni frá?
Ella, er tað veruliga soleiðis, at bara starvsfólkakostnaðurin fer niður, so skít verði við um aðrir kostnaðir fara upp?
Eg kann ikki ímynda mær, at nýsetti stjórin, sum bert hevur sitið í starvinum í 10 dagar, kann hava nakað sum helst við avgerðina um uppsagnar at gera. Afturat tí, so hevur nýggi stjórin upp á 10 dagar ongan møguleika fyri at gera so umfatandi metingarnar um, hvør støðan hjá stovninum er og hvussu farast skal fram pr. dags dato.
Eg má eisini spyrja um, hvør ætlanin er við stovninum Bústaðir?
Skal hann bara verða eitt eitið, sum vit øll koma at ilskast inn á og troyttast av, sum so endar við, at verða privatiseraður, sum sterkar røddir hava mælt til?
Er missiónin við at eydnast, sum varð sett í gongd fyri nøkrum árum síðani av borgarligu stjórnini sum sat til 2022?
Eru nevndarformaðurin og fyribilsstjórin, sum sat í stjórastarvinum til fyri 12 døgum síðani, veruliga sloppin púra ótarnaði at knúsa henda annars slóbrótandi stovn í spønir?
Kunnu persónlig áhugamál vera uppi í her?
Og til seinast, hvar er aðalráðið sum umsitur Bústaðir í øllum hesum? Vistu tit um ætlanirnar og hava tit góðkent hesa dáragerð, sum helst kemur at knúsa stovnin í spønir?
Nú má myndugleikin, politiska skipanin, serliga tit, ið sita við landsins leiðslu, koma inn á banan og syrgja fyri, at Bústaðir ikki fer í sor og at starvsfólkini, sum gera alt tað tey kunnu fyri at halda Bústaðir koyrandi, fáa størv síni tryggjaði aftur.
Her er aftur eitt dømi um, hvussu leingi tað tekur at byggja nakað upp og hvussu skjótt tað er at bróta niður.
Eg skal líka leggja afturat, at eg eri kundi hjá Bústaðir og havi leigumál við stovnin.

Suni Falkvard Selfoss.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder