Mentan

Ull ovast á breddan í eina heila viku

.

2024-09-07 18:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Dagarnar 12. til 15. september 2024 skipar Búnaðarstovan fyri ráðstevnu um seyð og ull. Ráðstevnan kallast North Atlantic Native Sheep and Wool Conference. Hendan ráðstevnan ferðast millum norðuratlantisku londini og var eisini hildin í Føroyum í 2015. Nakað eftir ta ráðstevnuna byrjaði ullarmóttøkan á Búnaðarstovuni.

Bøndur, granskarar og onnur koma at greiða frá, hvussu tey skipa sítt seyðahald, hvussu tey brúka ullina, og hvat verður gjørt fyri, at ullin verður brúkt. Yvirlit yvir fyrilestrahaldararnar sæst á hesari leinkjuni.

Í samband við hesa ráðstevnuna verður skipað fyri ullardegi í Perluni og á Reinsarínum í Havn leygardagin 7. september frá kl. 10.00 til kl. 16.00, har til ber at koma inn at tøva, nappa, karða og spinna, ella stutt sagt at tøta, sum gjørt er gjøgnum tíðirnar. Hetta er eitt tiltak ætlað øllum, bæði børnum og vaksnum. Stórur dentur verður í dag lagdur á at nýta egið tilfeingi.  Við at fáa ullina í hendurnar og síggja, hvussu hon kann brúkast til at skapa bæði tógv og aðrar virkaðar vørur, fær onkur vónandi hug til at gera meira við ullina.

Ein verkstova í tøving verður á Búnaðarstovuni mánakvøldið 9. september kl. 18.00 til 21.00. Undirvísari er týska Heidi Greb, sum eisini fer at hava verkstovu á ullardegnum og á ráðstevnuni. Heidi arbeiðir við ull og tøving í Týsklandi, hon tøvir ullina við broddinum á, so ikki er neyðugt at gera so nógv við ullina, áðrenn tøvt verður. Avmarkað pláss er á hesi verkstovuni, pláss kann keypast her.

Týskvøldið 10. september kl. 19.00 verður fyrilestur um hvussu hetlendska málið er varðveitt gjøgnum ullarvirking og binding. Búnaðarstovan og Tjóðsavnið hava samstarvað um ullarvirking sum siðaarv, og fyrilesturin verður á Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík. Fyrilesturin varðar umleið 45 minuttir, og eftir hetta verður møguleiki at seta spurningar og at hyggja eftir ullarframsýningini ella práta og njóta ein kopp av  kaffi.

Tað er svenska Viveka Velupillai, sum heldur fyrilesturin. Viveka er útbúgvin innan málfrøði og er knýtt at einum týskum og einum enskum universiteti sum lærari og granskari. Hon býr á bóndagarðinum Uradale í Hetlandi, har hon bindur og ger uppskriftir til tógv, sum verður framleitt av teirra seyði.

Atgongumerki til alla ráðstevnuna kunnu keypast her. Møguligt er at keypa atgongumerki til týsdagin 10. september á middegi. Atgongd til fyrilestrar og verkstovur verður at fáa til keyps frá fríggjadegnum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder