LANDSBANKIN:
59% av virðisøkingini í 2022 stavar frá tænastuvinnunum
Mynd 1 avmyndar virðisøkingina í búskapinum býtt á vinnugreinar í ársins prísum. Bruttovirðisøking (BVØ) er bruttotjóðarúrtøka, har vøruskattir, eitt nú MVG, og studningar eru frároknaðir, so myndin betri vísir, hvørjum vinnum vøksturin stavar frá.
Í 2022 stóðu tilfeingisvinnurnar fyri 21% av samlaðu virðisskapanini í Føroyum. Býtt á vinnugreinar, stavar 11% av virðisøkingini frá fiskiveiðu og 10% frá aling.
Framleiðsluvinnurnar koma við 20% av virðisskapanini, har byggivinnan kemur við 7% av samlaðu virðisøkingini.
Tað er framvegis tænastuvinnan sum kemur við størstu virðisøkingini. Heili 59% av virðisøkingini stavar frá tænastuvinnunum, har eitt nú søla-, gisti- og matstovuvinnan kemur við 10%.
Mynd 1
Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald