Tingfundur byrjar nú kl. 10
Nú kl. 10 byrjar næstseinasti tingfundurin hesa setuna, tað verður aftur tingfundur í morgin.
Rankin landar í Havn
Rankin landar í morgun til Barðið í Havn, teir hava 50.000 pund, mest hava teir av kongafiski og toski.
Garnaskipini Thor og Túgvusteinur landa í Havn
Garnaskipini hava roynt vestanfyri.
Klakkur selur 133 tons á Fiskamarknaðinum
Klakkur, sum hevur roynt við Føroyar, selur 133 tons av frystum fiski á Fiskamarknaðinum, teir landaðu í Klaksvík 5. desember.