Mentan

Siri: Eg fari at ogna tær eina reglu úr sanginum hjá Poul F

Leygarkvøldið var fagnaðartiltak fyri Jóan Jakka Guttesen og Magnus Stongum í sambandi við føðingardagar teirra. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, helt røðu fyri teimum, sum kann lesast niðanfyri.

2024-01-30 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gott kvøld øll somul og hjartans tøkk fyri høvið at vera við til hetta fagnaðarkvøld fyri Jóan Jakka og Magnus og heiðurin at bera fram eina fagnaðarkvøðu.

Og sanniliga er nógv at fagna, heiðra og ikki minst at takka fyri. Tað, sum tit báðir hava útint, leggur í ríkiligt mát til trivnað, lívsgóðsku og medvit okkara. Tað eiga tit allan heiður, alla æru og allar hjartans tøkkir fyri.

Tit báðir mótprógva matematikkina um at 1+1=2. Báðir eru tit sera góðir hvør sær, men saman eru tit nakað heilt serstakt. Heimskendir í tí heimliga, og heimligir heimsborgarar.

Tónleikur er nakað serligt, og tónleikur ger nakað serligt við okkum. Niðurskrivað á blað kann hvør einstakur nóti ella hvørt orð hava sín serstaka týdning, men tað er í tulkingini og samanrenningini av nótum og orðum, at sálin verður løgd í, og tónleikurin fær lív. Tað er tá nótarnir blíva til musikk. Tónleikur er tí eitt slag av sungnum og spældum kenslum. Sum eitt listaverk málað av sálini - á sálina. Og júst tey listaverkini hava tit megnað at skapa nú gjøgnum ein mansaldur. Tað er eitt satt bragd!

Tit eru kendir fyri serliga Vágasoundið. Júst hvat tað er, dugi eg illa at lýsa. Tað er dialektin, segði onkur. Men, nei, tað er nógv meira enn tað. Tað hevur nakað við ektheit at gera. Man hoyrir beinanvegin, at tað eru tit, tí tað er so ektað, nakið, deiliga ”óperfekt” livandi, fólksligt og poetiskt. Tað hevur sterkan samleika. Tit hava tónlistaliga ongantíð mist tykkum sjálvar burtur, og tí eru vit so góð við tónleikin hjá tykkum.

Tí eru vit her í kvøld. At takka fyri tónleikin og góðar upplivingar. Og at heiðra tykkum, nú tit fylla 75 og 74 ár. Vit eru faktisk í 149 ára føðingardegi. Sjálvsagt ikki 150, tí onkur skeivur vinkul má vera.

---

Eg minnist væl, tá ið tykkara fyrsta kasettuband ”Upp á tá” kom út í 1983. Tað var nakað heilt nýtt og slóðbrótandi. Vit gingu og sungu um ”Vágagelluna”. Tá var altíð dansur, og vit vóru mest von við, at lokalu orkestrini spældu útlendsk løg. Tit vóru øðrvísi.

Men tað hendi nógv tey árini, og eisini føroyski tónleikaheimurin broyttist. Tinganest gav slóðbrótandi band út, og fleiri komu komandi árini, Frændur komu um somu tíð við síni fyrstu fantastisku útgávu, Vestmenn brendu ígjøgnum. Robert McBirnie gav eina fína plátu út. Gluggamynd við Binu og Palla var í hæddini. Tónleikur var í stórari menning, og bólkarnir spældu á móðurmálinum. Tað slóðaði fyri eini støðugari menning av føroyskum tónleiki, sum vit enn heysta fruktirnar av í dag.  Tey ungu elska tykkum.

---

Góði Magnus

Tú ert nakað so sjáldsamt sum ein blanding av einum tónleikara, einum ítróttarentusiasti og einum lækna - umframt pápi, maður og abbi. Hetta staðfestir bara, at har sum ein gáva er, eru ofta fleiri. Og at tað eru tey, sum hava nokk at gera, sum gera nakað.

Tú eigur tín heilt stóra lut í at samansjóða fótbóltslívið í Sundalagnum. Fyri tað ert tú heiðraður av Sunda kommunu, sum hevur givið tær stóra heiðurin ársins herðaklapp 2023 fyri ótroyttiligt, sjálvboðið, áhaldandi og savnandi at arbeiða við at knýta EB og Streym saman í 90’unum, so tað í dag er eitt stórt virkið felagslið EB/Streymur. Har hevur tú verið virkin í nógv ár bæði sum venjari, nevndarlimur, sjálvboðin lækni og mangt annað. Út yvir hetta so hevur tú verið virkin bæði í Norðljómi og Eiðis Ljómfelag í nógv ár. Og tú hevur eisini luttikið í landsliðshøpi.

Eg legði serliga til merkis eina viðmerking í samband við herðaklappið. Tað stóð ”Magnus hevur uppiborið eina standmynd fyri søguliga avrikið, fyri at leiða og forma handan hópin av persónligheitum og originalum og at fáa hann at hava felags stev” So hegni at savna og menna hevur tú stórt. Tað er ein gáva.

Tað eru eldsálir, sum eru bulurin í lokalsamfeløgum. Og tað er fantastiskt við menniskjum, sum ikki bert liva fyri sína egnu skyld, men sum liva og virka fyri felagsskapin. Tað hava vit veruliga tørv á, skal sjálvsøkni ikki fáa fastatøkur á okkum.

Bæði gjøgnum tínar tekstir og tín tónleik, gjøgnum ítróttin og títt starv hevur tú samband við eina stóra og breiða fjøld av ymiskum fólki. Fyri at megna tað má man tíma menniskju. Alt títt virki vísir, at tað gert tú.

Tað var eisini áhugavert hoyra teg greiða frá í samrøðu um, tá ið tú fór í Hoydalar á studentaskúla, og tín og Jóan Jakkusa vegir fyrstu ferð skiltust. Tó ongantíð longri enn, at tit altíð funnu saman aftur. Sameintir og samsintir í tónleikinum heilt frá barnaárum av. Slíkir lívsvinir eru sjáldsamir og dýrabarir. Skómakarasonurin hevur fastar røtur.

Sjálv haldi eg, at nakað av tí vakrasta, tú hevur skrivað, er sangurin “Válandi heim”. Rørandi vøkur orð við slíkari inniligheilt, sum øll, sum elska sína heimbygd, kenna seg aftur í.

“Gævi at eg kundi sungið eitt lag

sum hjarta mítt kvøður hvønn einasta dag

um tún og um teigar á heimligum stað

har fløvin frá hondum

sum sleptu er nær”


Og so endin:

“kínir mítt eyga hvørt gil og hvønn stein

kenni meg aftur og vælkomnan heim”.


Góði Jóan Jakku

Sjálvt um eg mangan havi lurtað eftir tær, sungið og dansað til tín tónleik, so var tað ikki fyrr enn fyri einum ári síðan, at eg fyrstu ferð heilsaði upp á teg. Tað var tá, eg skuldi handa tær ”Ársins tónleikaheiður 2023” til FMA.

Tað var ikki bara sum at siga tað. Tá ið eg stóð aftan fyri pallin og fekk brævbjálvan í hondina um, hvør hevði vunnið, fekk eg eini álvarsboð. Tað bleiv sagt, at tú Jóan Jakki ikki visti nakað sum helst um, at tú fór at fáa heiðurslønina, og at tey vistu ikki, um tú fór at taka ímóti. Eg varð lívsforskrekt. Tí hvat í himmalsins navn skuldi eg gera, um tú fór av pallinum, sum tey søgdu kundi henda. Tit stóðu jú klárir á pallinum at framføra, og alt bleiv beinleiðis sjónvarpað. Men Guð havi lov, so spældi alt væl av, og tú vart sum vera man sera glaður fyri framúr væl uppiborna heiðurin, men eg kann siga tær, at sjáldan havi eg verið so nervøs. Lat meg siga tað so, at tað var eitt upplivilsi.

Málari og tónleikari. Kanska tvær síður av somu søk. Tað snýr seg um at skapa og mála við breiðum penslum annaðhvørt litir ella poesi.


Tað var áhugavert at hoyra teg greiða frá í KvF um skapanartrongdina. Um hvussu sangirnir komu til tín og líkasum máttu út. Og so hvørt, sum teir vóru festir á blað, so birtust nýggir sangir í tær. So mikið stór drívmegi er í skapanini, at ofta mátti tú skriva niður á veggirnar, sum tú málaði, fyri síðan at mála útyvir aftur. Hatta eyðkennir ein sannan listamann. Ektað skapanarmegi- og gleði.

Tað var eisini gevandi at hoyra teg siga, hvussu langa tíð tú brúkti upp á tekstir. At tað, sum ljóðaði so einfalt og lætt, tók longst tíð. Hvussu tú skar inn á bein og bert hevði tað týdningarmesta við. Ongar floymandi epistlar av orðum. Bert kjarnin skuldi við.

Nógvir tekstir eru virkuliga herligir. Sum í sanginum ”Annan sang” tá ið gentan er blivin so skinnhellig, og hevur vent heiminum bakið, og nú bert syngur millum systrar og brøður. Øll kenna typurnar. Fá tora at siga tað.

Eg haldi eisini, tað var ein fín lýsing av tær, tá ið Terji Rasmussen greiddi frá, hvussu hann upplivdi, at tú flutti inn til teirra í lítlu íbúðina við stórum forsterkarum og guitar, og hvussu tað hevði sátt fræið til hansara tónleikarkarrieru. Men tað tók tú tær ikki heiðurin av. Tú fekk tær eitt ball og brúkti tíðina at rósa Terja. Samanumtikið so rósti tú øllum tónleikarunum og tosaði um, hvussu fitt fólk tey vóru. So hugnaði tú tær við abbasynunum og gjørdi tær djúpar hugsanir um, hvørja framtíð unga ættarliðið gongur ímóti.

Við øllum tí tú hevur avrikað, og sum er blivið sonn fólkaogn, so haldi eg meg kunna siga, at tú ert lítillátin. Tú syngur við innliving og samhuga um vanliga fólkið og gerandislívið og leggur dent á, at tú ert proletarur.

Eitt, sum eg beit merki í í eini tónleikasending, var, at tú ynskti at hoyra Regin Dahl syngja ”Tú lýsti tá ið eg fyrst teg sá”, sum er ein av perlunum hjá Poul F. Fyrst hugsaði eg Regin Dahl, Poul F og Jóan Jakku, hvussu man tað bera til. Men tað hongur sera væl saman. Tað hevur nakað við originalitet og ektheit at gera. Tað nakna og skroypiliga, sum tolir at standa einsamalt.

Eg veit ikki um eg kann loyva mær tað, men eg fari at ogna tær eina reglu úr sanginum hjá Poul F og sigi bara ”Tú sum ein sól millum stjørnur er”, tí tað er tað, tú ert.

Góðu tit báðir

Tónleikur er samstarv og felagsskapur. Gjøgnum árini hava tit samstarvað við eina røð av teimum bestu tónleikarunum, sum vit hava. Øll tey mongu, sum hava spælt og spæla saman við tykkum, eiga sjálvsagt ein stóran leiklut í øllum. Tí eiga tey eisini stórt rós og stóra tøkk uppiborna.

At enda fari eg at siga, at vit eru mong, sum bæði vóna og vænta okkum enn meira frá tykkum, og ímeðan vit bíða, njóta vit tað, sum longu er. Skapanarevnini eru ótømandi.

Takk fyri!


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder