Skoraberg og Fuglberg landa á Kósini
Partrolararnir Skoraberg og Fuglberg landa á Kósini, teir hava 170.000 pund, meginparturin er upsi.
Sandavágur: Sláa tunnu Úti á Trøð
Í Sandavági eru tað nakrir mans, sum sláa tunnu á plássum uttanfyri sjálva bygdina, teir byrjaðu kl. 2 í dag og sláa enn.
Føstulávintshald í Sandavági
Børn sláa kl. 15.30 og vaksin kl. 20.
Rankin landar í Havn
Rankin landar til Barðið í Havn, teir hava 43.000 pund, Rankin hevur roynt eystanfyri.