2024-08-30 07:05
Klokkan 17:18 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði fingið maskinbrek í ein útnyrðing úr Mykinesi.
Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Sverra. Sverri loysti av Miðvági klokkan 17:30. Tað tók Sverra tveir tímar at sigla til bátin, sum tá var staddur 22. fjórðingar úr Mykinesi.
Sverri sleipaði útróðrarbátin á Sørvág, og komu har klokkan 01:40 í nátt.
Nakrir havhestabátar høvdu eisini brúk fyri sleipi í gjár. Tær uppgávurnar loystu aðrir bátar, sum vóru á havhestaveiðu og Brimil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald