Vinna

2,5 prosent realur búskaparvøkstur í 2023

Tað er framvegis vøkstur í føroyska búskapinum, meðan stígur hevur verið í fleiri evropeiskum búskapum. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 2,5 prosent í 2023.

2024-10-09 10:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Hagstovan:

Bruttotjóðarúrtøkan er mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Tá bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til prísgongdina. Árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.

Framvegis framgongd í føroyska búskapinum

Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 2,5 prosent í 2023. Føroyski búskapurin kom væl fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini. Búskaparvøksturin hevur ligið omanfyri trý prosent bæði í 2021 og 2022. Sostatt er ferðin á búskapinum ikki eins høg nú, sum hon hevur verið. 

Stígur í fleiri evropeiskum búskapum

Til ber at sammeta gongdina í føroyska búskapinum við búskapargongdina í øðrum londum. Vøksturin í føroyska búskapinum á 2,5 prosent er størri, enn hann var í øðrum evropeiskum londum í 2023, tó undantikið í Ísland, sum hevði ein enn størri vøkstur á 5,0 prosent. Miðal búskaparvøksturin fyri ES-lond var 0,4 prosent í 2023.

Viðm.: Fastir prísir (leinkjað virði)Kelda: Hagstova FøroyaRealur búskaparvøkstur 2023Árlig broyting í BTÚ í føstum prísumÍslandDanmarkFøroyarNoregES-londSvøríkiFinnland-20246

Stígur hevur eisini verið í norska búskapinum í 2023  vøksturin var 0,5 prosent. Meðan Finnland og Svøríki hava havt afturgongd í búskapinum í 2023. Búskaparvøksturin í Danmark var hin sami, sum í Føroyum, nevniliga 2,5 prosent.

Tilfeingisvinnan størst vakstrarískoyti

Myndin niðanfyri vísir vakstrarískoytið býtt á yvirskipaðu vinnubólkarnar árini 2011 til 2023. Her sæst, hvussu stóra ávirkan gongdin í ymsu vinnugreinabólkunum hava á samlaðu árligu broytingina í realu bruttovirðisøkingini. Allir tríggir høvuðsvinnugreinabólkarnir høvdu positivt vakstrarískoyti til realu virðisøkingina í 2023.

Fleiri tilfeingisvinnurnar stóðu seg væl í 2023, og vakstrarískoytið hjá tilfeingisvinnunum var 1,6 prosent. Tað svarar til oman fyri helmingin av virðisøkingini í 2023. Heildarveiðan av uppsjóvarfiski vaks í 2023, meðan tøkan í alivinnuni minkaði.

BTÚ í ársins prísum nærkast 27 milliardum krónum

Stórur prísvøkstur hevur sett sín dám á 2023. Tað sæst aftur í, at bruttotjóðarúrtøkan mátað í ársins prísum vaks heili 6,7 prosent ella slakar 1,7 milliardir krónur. Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum er sostatt næstan 26,9 milliardir krónur í 2023. Tað er 496 túsund krónur fyri hvønn íbúgva.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder