Vinna

- Vit sóu at tað var ein fløskuhálsur at tað ikki vóru nokk av gistingarmøguleikum

Afturat gistingarmøguleikanum, so koma vit framyvir at gera okkara egna mat umborð á flogførunum.

2023-09-05 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 30. mars í ár undirskrivaði Gist og Vist samtakið at selja Hotel Vágar til eitt dótturfelag hjá Atlantic Airways, P/f Ognarfelagið matr. nr. 605b, Sørvágur.

Les eisini: P/F Hotel Atlantic yvirtekur Hotel Vágar

P/f Hotel Atlantic, sum frammanundan rekur Hilton Garden Inn Faroe Islands, fer eisini at standa fyri rakstrinum av Hotel Vágar. 

Í løtuni verður Hotel Vágar høvuðsumvælt.

Vit hava prátað vit Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways, um Hotel Vágar.

[object Object]

Sí eisini: Myndir frá fyrsta túrinum millum Vágar og New York

Tit hava fyri kortum keypt Hotel Vágar, og seta tað í stand í løtuni. Hvat er planurin við hotellinum?

- Kjarnuvirksemi hjá Atlantic er at flúgva, og so sóu vit at tað var ein fløskuhálsur at tað ikki vóru nokk av gistingamøguleikum í háárstíðini.

Um vit hugsa um Hotel Vágar so halda vit tað verða ein spennandi verkætlan. Tí tað er eitt fitt hotel, ið er beint við har vit hava okkara kjarnuvirksemi.

Hotelli hevur 25 kømur, so tað er ein passalig stødd. Tað er sjálvandi ein avbjóðing at fáa tað at mæla fíggjarligt tá ið tað er lítið, tí man ikki hevur stórdrift fyrimunir, men tað vit ætlað við hotellinum er at brúka tað til gisting alt árið runt. Tað eru gistingamøguleikar í Vágum, men vit halda bara tað manglar eitt hotel, sum er opið alt árið.

Afturat gistingamøguleikanum, so koma vit framyvir at gera okkara egna mat umborð á flogførunum. Vit hava uppímóti 400.000 ferðandi + manningin ið eisini fær mat umborð, so tað er nógvur matur ið skal gerðast til flogførini, og tað koma vit framyvir at gera á Hotel Vágum. So tað verður grundarlagið undir køkinum.

Umframt tað koma vit eisini at hava eina matstovu á hotellinum.

Les eisini: Jóhanna: Tað er ein avbjóðing at hava nógv ferðamál tá ið vit hava 54.000 fólk í Føroyum

[object Object]

Sí eisini: Myndir: Rundtúrur í New York

Tá ið man nevnur Hotel Vágar, so kemur man ikki útum at Atlantic byggir ein simolator fyri nógvan pening. Tá streyfar tankin eisini, at tey fólkini skulu kunna búgva tætt at simolatorinum og flogføllinum.

Les eisini: Framkomin tyrlusimulator byggjast í Føroyum

- Ja tað skuldi eg sjálvandi havt nevt eisini. Vit vænta at nógv fólk ið koma til Føroyar at brúka simolatorin koma at búgva á hotellinum. Tey fáa so eisini møguleikan at búgva í Havn um tey heldur vilja tað. Men vit hugsa at tey koma at búgva á hotellinum, so tey hava stutta leið til simolatorin, so tey eru heilt vist ein málbólkur.

Ein annar málbólkur eru fólk ið skuldu tíðliga avstað um morgunin. Vit hava t.d. flogfør til Mallorca, sum fara avstað klokkan sjey um morgunin. Tá eru vit vís í, at summi fólk velja at koma vestur dagin fyri tey skulu flúgva.

Afturat teimum er ein málbólkur vanlig ferðafólk, sum vilja búgva í Vágum. Tí tað er fantastiska flott í Vágum, og eru nógv støð at vitja.

Afturat tí eru tað føroyingar, sum vit rokna við koma í lágárstíð, sum t.d. kunnu halda føðingardagar, hátíðarhald ella skeiðir.

So vit síggja at nógvar ymiskar møguleikar í hotellinum.

Har koma at verða tvey góð fundarhølir, og matstovan verður sett í stand.

So vit vænta at tað verður eitt positivt íkast til ferðavinnuna, sigur Jóhanna á Bergi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder