Gist og Vist samtakið hevur í dag selt Hotel Vágar til eitt dótturfelag hjá Atlantic Airways, P/f Ognarfelagið matr. nr. 605b, Sørvágur. P/f Hotel Atlantic, sum frammanundan rekur Hilton Garden Inn Faroe Islands, fer eisini at standa fyri rakstrinum av Hotel Vágar. Partarnir hava undirskrivað keypssáttmála í dag, og nú er næsta stigið at høvuðsumvæla Hotel Vágar.
- Vit kundu ikki siga nei til henda møguleikan. Tað er umráðandi, at eitt gott hotell liggur við flogvøllin at veita tænastu á hesum týðandi sambindingarliði til og frá útheiminum. Hotel Vágar liggur harafturat miðskeiðis í Vágum, sum er eitt frálíkt ferðamál í sjálvum sær. Hetta stigið er tískil eisini ein liður í at menna ferðavinnuna og bjóða gisting uttan fyri høvuðsstaðin, sigur Niels Mortensen, nevndar-formaður í P/F Hotel Atlantic.
Nevndarformaðurin leggur dent á, at P/F Hotel Atlantic fer at reka Hotel Vágar sum sjálvstøðugt hotell, ið ikki verður partur av Hilton ella nakrari aðrari hotell-ketu, tó at góður møguleiki er fyri samstarvi millum hotellini.
- Vit fara beinanvegin í holt við at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, ið hevur 25 kømur. Hotellið letur upp í nýumvældum hølum í heyst, tá vit verða til reiðar at bjóða bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum góðar frítíðar- og gistingarmøguleikar í Vágum, sigur Niels Mortensen.
Hann vísir eisini á, at Hotel Vágar harumframt verður væl hóskandi til at hýsa útlendskum tyrluskiparum og -bjargarum, sum fara at venja í tyrlusimulatorinum hjá føroyska flogfelagnum, Atlantic Airways Aviation Academy, ið fer til verka fyrra hálvár 2024.
Stjórin í Gist og Vist, Johannes Jensen, heldur eisini, at avtalan millum partarnar er rætta loysnin fyri at menna Hotel Vágar til eitt serstakt hotell í Vágum, har Atlantic Airways frammanundan hevur sítt høvuðsvirksemi á flogvøllinum sum loftbrúgvin millum Føroyar og umheimin.
Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa keypskostnaðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald