Vinna

  Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri

.

2024-05-06 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Bankarnir hava innlán, sum eru bundin í styttri tíð, tað vil siga, sum kunnu takast út, tá ið kundin ynskir tað, meðan peningur, bankin lænir út, liggur bundin í longri tíð, sum til dømis, tá ein kundi kann gjalda eitt sethúsalán aftur yvir 20-30 ár. Hetta er eitt dømi um ein sokallaðan gjaldførisváða fyri bankan, tí misjavni er millum bindingartíðina á innlánum og útlánum.

Fyri at bøta um henda misjavna, er krav um at bankin skal hava eitt ávíst gjaldføri. Føroysku peningastovnarnir høvdu sambært ársroknskapunum fyri 2023 allir gjaldføri væl omanfyri lógarásetta minstakravið. LCR (Liquidity Coverage Ratio) skal vera hægri enn 100%. Føroya Banki hevði 228%, Betri Banki 210%, Norðoya Sparikassi 416% og Suðuroyar Sparikassi 375% við ársenda 2023.

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder