Vinna

Atlantic Airways gjørt samstarvsavtalur við Icelandair og Air Greenland

.

Mynd: Arctic Circle Assembly

Mynd: Arctic Circle Assembly

2024-10-17 20:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Á Arctic Circle Assembly, sum í hesum døgum verður hildin í Reykjavík, hevur Atlantic Airways í dag skrivað undir samstarvsavtalu (codeshare) við íslendska flogfelagið Icelandair. Avtalan inniber millum annað, at tað fer at bera til hjá báðum flogfeløgunum at selja ferðaseðlar á flogførunum hjá hvørjum øðrum, sum merkir, at tað nú fer at bera til at keypa ein ferðaseðil beinleiðis frá Atlantic Airways úr Vágum og allan vegin til útvald ferðamál í USA og Kanada. Harumframt verður tænastan til tey ferðandi bæði betri og smidligari. 

- Atlantic Airways fegnast um samstarvið við okkara brøðratjóð í útnorði, sum knýtir okkum enn nærri saman. Við avtaluni styrkja vit okkara felags grundarlag, sum hevur stóran týdning ikki bara vinnuliga, men eisini sum lond. Tað er ongin loyna, at bæði USA og Kanada eru stórir marknaðir, so fyri okkum er tað ein stórur fyrimunur at gerast partur av fjølbroytta rutunetinum hjá Icelandair, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways í sambandi við, at avtalan varð undirskrivað. 

- Harafturat letur avtalan letur upp fyri nógvum spennandi møguleikum bæði fyri føroyingar, sum vilja út í heim og fyri útlendingar, ið vilja koma til Føroya, tí á henda hátt verða vit bæði sjónligari uttanlands, og føroyingar fáa eisini eitt betri og samanhangandi tilboð. Við avtaluni fáa vit eisini gagnnýtt styrkirnar hjá báðum flogfeløgunum við at gera Føroyar meira atkomuligar fyri ferðafólk úr Norðuramerika, samstundis sum tað gerst einfaldari fyri føroyingar at ferðast til USA og Kanada. 

 Bogi Nils Bogason, stjóri í Icelandair: 

- Londini í útnorði hava tað til felags, at vit eru bundin at eini munagóðari loftbrúgv til umheimin fyri framgongd í okkara egnu londum. Við at samstarva og at fáa eina formliga avtalu, styrkja vit loftvegis sambandið í útnorði, sum er ein týdningarmikil grundarsteinur undir víðarimenning av hesum partinum av heiminum. 

Umframt at undirskriva samstarvsavtalu við Icelandair, gjørdu Atlantic Airways og Air Greenland eisini eina avtalu um at styrkja samstarvið sínámillum við eini interline-avtalu. Eins og við codeshare, ger ein interline-avtala ferðina munandi lættari fyri ein, ið skal ferðast við meira enn einum flogfelagi, fyri at koma til sítt endaliga ferðamál, m.a. tí til ber at skrivað viðførið inn allan vegin, og tú kanst fáa øll ferðakort (boardingkort) á byrjanarflogvøllinum. 

- Ein interline-avtala við Air Greeland letur upp fyri beinleiðis ferðing sama dag til og úr Nuuk via Keypmannahavn ávísar dagar í vikuni. Vit vita eisini, at tað eru nógvir føroyingar, ið sigla í Grønlandi, og hetta fer at verða ein stórur fyrimunur fyri teir, tí nú fer at bera til at ferðast til Grønlands uttan at steðga eina nátt í Keypmannahavn, sigur Jóhanna á Bergi. 

Báðar avtalurnar koma eftir ætlan í gildi fyrsta ársfjórðing 2025

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder