2023-03-05 19:44

ÍF var við í einari steypafinalu hetta vikuskifti, og hana vunnu teir. Hitt liðið í finaluni var Ternan.
Ternan byrjaði væl í 1. setti og tað leikaði javnt á alt settið, sum ÍF tó vann 26-24 til endans.
Í 2. setti lat ÍF tó ongan iva vera um, at teir vóru betra liðið og vildu hava steyp við aftur til Fuglafjarðar. Settið endaði 25-15.
Dagsins leikari hjá ÍF var Vuk Ilic, og dagsins leikari hjá Ternuni var Kristoffur Gaardlykke.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald