Ítróttur

ÍF a er føroyameistari í D12

Ternan - ÍF a (18-25, 26-28)

2023-03-26 17:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Síðsta FM-finalan í yngru deildunum á hesum sinni er nú leikt í Trongisvági, og harvið er kappingarárið 2022/2023 liðugt fyri hesar deildirnar.
ÍF setti punktum við at vinna 2-0 á Ternuni í kappingini fyri dreingir 12.
Í fyrsta settinum fylgdust liðini leingi, og Ternan var á odda 13-12, men so setti ÍF trumf á og vann settið sannførandi.
Annað sett var sera spennandi, har Ternan hevði tríggjar settbóltar, men ÍF bjargaði sær tó undan javnbrótaranum og vann settið 28-26, og harvið eisini føroyameistaraheitð.
Dagsins leikari fyri ÍF var Filip Jovevic, og dagsins leikari fyri Ternuna var Elias Búason Jensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder