2022-04-20 08:45

15. mars fekk føroyskur ítróttur sína fyrstu íðkaranevnd. Nevndin skal umboða sjónarmiðini hjá øllum íðkarum í Føroyum. Hartil skal nevndin takast við uppá ráð í viðurskiftum hjá úrvalsíðkarum.
Um páskirnar hevur íðkaranevndin havt sín fyrsta fund. Á myndini eru limirnir í íðkaranevndini saman við ÍSF forsetanum Elini Heðinsdóttir Joensen.
Limirnir í íðkaranevndini eru: Edna Maria Debes, Gunnva K. Jacobsen, Hávard Vatnhamar, Petur Sigurð Johannesen og Torkil Veyhe.
Meiri kunning um nevndina kunnu fáast umvegis leinkjuna: http://isf.fo/fyrsta-idkaranevndin-er-nu-vald/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald