Ítróttur

Í hálvum gekki

Ringa veðrið darvaði eisini landskappingini í talvi í gjár. Fleiri dystir vóru útsettir.

Martin Poulsen og Olaf Berg (høgrumegin - her á talv-OL 2018) vóru við aftur á havnarliðnum í toppdysti móti Klaksvík.

Martin Poulsen og Olaf Berg (høgrumegin - her á talv-OL 2018) vóru við aftur á havnarliðnum í toppdysti móti Klaksvík.

2024-11-25 07:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Men oddaliðið, Havnar Telvingarfelag, vann týðandi útidystin móti Klaksvíkar Talvfelag 3-1, og hevur tí tryggjað sær leiðsluna áðrenn fyrra toppdystin móti Sandavágs Talvfelag eftir nýggjár.  

Martin Poulsen og Olaf Berg telvaðu í gjár sínar fyrstu dystir á meistaraliðnum í hesum kappingarárinum. Teir loystu av Luitjen Akselsson Apol og Carl Eli Samuelsen. Á fjórða borði var Sjúrður Thorsteinsson komin fyri Hjalta Toftum Jógvansson. FM-liðið hjá Havnini hevur bæði dygd og breidd. 

Dysturin millum Sandavág og B-liðið hjá klaksvíkingum er útsettur til mikukvøldið.


4 umfar (24 november)
Klaksvík - Havnin 1 - 3
Ólavur Simonsen - Helgi Dam Ziska 0 - 1
Rani Baldursson - Martin Poulsen 0 - 1
Heðin Gregersen - Olaf Berg ½ - ½
Terji Petersen - Sjúrður Thorsteinsson ½ - ½


Í Kollafirði stóð dysturin millum aftastu liðini. Her eydnaðist B-liðnum hjá Havnini at vinna og yvirhálað uppflytarnar úr Kollafirði.

Kollafjørður - Havnin B 1 - 3
Árant Djurhuus - Herluf Hansen ½ - ½
Rógvi Mørkøre - Elias Petersen 0 - 1
Karl M. Dahl - Suni Merkistein 0 - 1
Markus Jacobsen - Óli Joensen ½ - ½

Støðan 1 deild
Havnin (A) 13½ stig
Sandavágur 9
Klaksvík 8½
Havnin (B) 5
Klaksvík (B) 4½
Kollafjørður 3½

Her hava Sandavágur og Klaksvík B ein dyst færri. Útsetti dysturin í gjár verður telvaður mikukvøldið.


2 deild

Bara ein dystur hevur verið í gjár. 

4 umfar
Havnin - Kongshavn 2½ - 1½

Hinir dystirnir í fjórða umfari eru:
Toftir - Klaksvík
Sandavágur - Havnin B.

Ikki er greitt, nær teir verða telvaðir.

Liðini í 2 deild eru ógvuliga jøvn.

Støðan í 2 deild
Sandavágur 7 stig
Havnin 7
Klaksvík 7
Kongshavn 6½
Havnin B 6½
Toftir 6


Rókur fremst í 3 deild

4 umfar
Gøta - Rókur 1½ - 2½
Kollafjørður - Havnin 2½ - 1½

Dysturin Sandavágur-Vestmanna er útsettur.

Okkurt bendir á, at Rókur, sum í løtuni er fýra stig á odda, longu hevur lagt seg á uppflytingarkós.


4 deild

Líkt er til, at bara ein dystur hevur verið í fjórðu deild í gjár. Hann var millum Havnina og Rók og endaði javnur 2- 2. Fýra dystir vórðu útsettir.

Allir útsettu dystirnir skulu avgreiðast áðrenn farið verður undir fimta umfar eftir nýggjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder