Ítróttur

Í dag hevur verið stovnandi aðalfundur í fjepparafelagnum hjá 07 Vestur

07 Vestur hevur nú eitt fjepparafelag.

2023-01-15 17:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Í dag hevur verið stovnandi aðalfundur í fjepparafelagnum hjá 07 Vestur.
Nevnd bleiv vald, og hevur hon skipað seg. Ragnar í Haraldstovu er formaður, Eyðvør Petersen er næstforkvinna, Guðrun Øster er skrivari, Finnur Joen-Jacobsen er kassameistari og Annbritt Toftegaard er nevndarlimur.
Á aðalfundinum var avgjørt at navn felagsins skal finnast við eini navnakapping, sum nevndin skipar fyri.
Í samband við stovnandi aðalfundin fekk felagið stuðul frá 07 Vestur. Talan er um 10 leikarablusur, har 9 verða seldar á uppboðssølu. Tann eina verður brúkt sum vinningur í navnakappingini. Inntøkan av uppboðssøluni fer til nýggja felagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder