Ítróttur

Hvør verður føroyameistari í flogbólti?

Í dag verða seinnu FM-finalurnar í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum og monnum spældar í høllini á Hálsi.

2023-04-29 12:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kl. 14:00: SÍ – Fleyr, kvinnur:
Lagt verður fyri kl. 14, tá kvinnurnar hjá SÍ taka ímóti verandi føroyameistaranum Fleyr. SÍ vann 3-0 í fyrru finaluni mikukvøldið, og vinnur SÍ aftur í dag, so er SÍ føroyameistari. Vinnur Fleyr hinvegin – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15.


Rajko Petrovic 200+ finalur
Venjarin hjá SÍ, Rajko Petrovic, var mánakvøldið í síni finalu nr. 200 í Føroyum, tá ið SÍ spældi finalu í kvinnuunglingadeildini og vann 3-1 á Fleyr. Finalan í Føroya Tele-deildini í dag verður tann seinasta hjá Rajko, sum hevur boðað frá, at hann gevst sum venjari eftir finaluna.


Kl. 17:00: Mjølnir – Fleyr, menn:
Fýrafaldi føroyameistarin Mjølnir stendur á gáttini til eitt søguligt fimta meistaraheiti á rað. Tað hevur eingin annar megnað í mansdeildini (kvinnurnar hjá Mjølni hava tó vunnið 8 meistaraheiti á rað frá 1981-1988). Hóskvøldið vann Mjølnir sannførandi 3-0 á Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík í fyrru FM-finaluni, og Fleyr skal helst spæla sín besta dyst í kappingini, skulu klaksvíkingar basast í dag.

Báðir dystirnir verða vístir á Rás1 í Televarpinum og stroymdir á https://sg.tv.fo/ras/



Hagtalsliga mótbrekkan hjá Fleyr
Afturat tí at spæla ímóti góðum liðum, spæla Fleyr-liðini eisini ímóti hagtølunum í dag, tí enn er tað aldrin hent, at tað liðið, sum hevur vunnið fyrstu finaluna, ikki er vorðið føroyameistari. Hagtalsliga mótbrekkan er tí brøtt hjá Fleyr-liðunum, sum noyðast at vinna fýra sett í dag fyri at vinna føroyameistaraskapin: fyrst trý sett í vanliga dystinum, og síðani eitt gullsett.


Gullsettið
Í 2010 var fyrsta ferð, at finalur vórðu spældar um føroyameistaraskapin í flogbólti. Áðrenn ta tíð høvdu øll føroyameistaraheitini verið avgreidd við vanligari landskapping.  


Nógvar av finalunum hesi 12 árini hava verið minniligar, og sterkastar í minninum eru kanska tær frá 2021, sum báðar vórðu avgjørdar við gullsetti.


Henda skipan var sett í verk í 2016, og longu fyrsta árið varð gullsettið brúkt, eftir at Fleyr og Dráttur høvdu vunnið hvør sína finalu. Gullsettið vann Fleyr 16-14.


Árið eftir var tað aftur gullsett sum avgjørdi føroyameistaraheitið, tá menninir hjá SÍ vunnu 17-15 á Fleyr. 


Í fjør var eisini neyðugt við gullsetti hjá kvinnunum, tá somu lið sum í ár vóru í finaluni. Tá vann Fleyr gullsettið 15-12.


Áðrenn gullsettið varð tikið í nýtslu í 2016, varð ein triðja finala spæld, um liðini høvdu vunnið hvør sín dyst. Fyrstu ferð tað hendi, var fyrstu ferð, at farið varð at spæla finalur í 2010. Menninir hjá SÍ og Mjølni vóru í finaluni og vunnu hvør sín 5-settara. Tí varð neyðugt við einum triðja og avgerandi dysti. Hann vann SÍ 3-0.


Bert eina aðra ferð eru tríggir finaludystir spældir. Tað var í 2015, tá kvinnurnar hjá TB vunnu triðja finaludystin 3-0 á Drátti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder