Ítróttur

Hvør skal lyfta FM steypið í dag

.

2024-08-31 13:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Ríðisambmband Føroya:

Hvør skal lyfta FM steypið í dag ?

Sjáldan um nakrantíð hevur tað verið so stórur spenningur undan einari kappríðing. Tvey ross skula í dag avgerða hvør av teimum skal vinna FM og við tí loyva vinnandi reiðfólkinum at ríða fremst í ólavsøkuskrúðgonguni komandi ár.

Rossini ið kappast um FM eru Bragi av Eiði og Óðin úr Havn. Reiðmaður á Braga er Alberg Lútzen og á Óðin er tað Silja G. Eystberg. Bæði reiðfólkini eru úr Havn, tey eru eisini nærmastu skyldfólk. Tey hava bæði vunnið hvør sínar tvær FM kappingar í ár og undan kappingini í dag er Óðin á odda við 23 stigum, Bragi hevur 22 stig. Stigaskipanin er tó soleiðis at um rossini eru jøvn í stigum, er tað tann sum er fremst á seinastu kappingini ið vinnur FM. Hesi bæði rossini eru paraði í seinasta riðlinum á degnum, sum sostatt verður ein rein FM finala.

Kappast verður eisini í øðrum greinum. Í travkappingini er eisini spenningur, har hevur Dropi 19 stig, Gletta 17 stig og Gígur 16 stig. Umframt hesar greinar verður kappast í Tølt, Skeið og Tvíspor Ung. Har er tað kanska serliga í Tølt at onkur broyting kann henda á stigatalvuni í mun til FM. Tango hevur 24 stig, Strákur 20 stig og Brynjar 19 stig.

Kappingin verður við flúgvarbedingina í Vágum kl 14 í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder