Politikkur

Hví gera ikki fleiri sum vit?

 Segði ein ung kvinna við einum pinkubarni á arminum. Hon sipaði til, at hon og eldra ættarliðið búgva undir sama taki, men í hvør síni bústaðaeind.

2024-11-08 16:05 Author image
-
placeholder
At búgva í egnum sethúsum við stórum øki rundan um, var fyri nøkrum árum síðani einasti mátin at búgva fyri flestu føroyingar. Har búði tú til tú bleiv borin út. Hesin hugburður er nú broyttur og síggja vit, at fleiri randarhús og íbúðir eru bygdar, eins og alsamt fleiri selja stóru 70´ara húsini við kjallara, lofti og hava og útvega sær minni hús fyri at lætta um, og soleiðis eisini fyrireika seg til seinnu árini. Øll vilja vit vera sum longst í egnum heimi.

Bústaðir hava verið loysnin, og hava kommunurnar staðið omaná hvørjari aðrari fyri at bjóða Bústaðir bestu økir í kommununi at byggja á. Nú inflasjónin eisini hevur rakt Bústaðir og privata stórkapitalin, sum frammanundan ikki var so áhugaður at koma útum ringvegin í Havn, eru vit sum send heim í ludo. Vit standa aftur, har vit byrjaðu. Skulu vit bíða eftir, at politiska skipanin setir í verk ein grund- og múrsteinsstuðul fyri at fáa kostnaðin niður og ein bústaðarstuðul til borgaran, sum vit kenna tað úr eitt nú Danmark, so koma vit helst at bíða leingi. Trøðini vaksa ikki inn í himmalin, og vit hava jú ein suðuroyartunnil at fíggja.

Bústaðir var ongantíð ætlað, og kann heldur ikki verða einasta loysnin á bústaðaravbjóðingini í Føroyum. Bústaðir var ætlað sum eitt alternativ saman við øðrum loysnum.

Tørvur er á fleiri sjálvstøðugum bústaðaeindum í kommununi. Ikki bert innrættaðum kjallaraíbúðum í stóru 70´ara húsunum, ið hvørki lúka bruna- ella byggiteknisk krøv, og sum ikki kunnu frámatrikulerast í sjálvstøðuga bústaðaeind, ið kann fíggjast og umsetast á bústaðamarknaðinum.

Eldra ættarliðið hevur kapital, í øllum førum um tey selja stóru húsini, sum í hesum døgum eru høgt í virði hjá teimum, sum eru so heppin at fáa lán og hava nóg mikið av eginkapitali. Tolni kapitalurin hjá eldra ættarliðnum kann verða við til at fíggja tvær bústaaðareindir antin fult, soleiðis at yngra ættarliðið kann leiga frá eldra ættarliðnum ella partvíst, soleiðis at yngra ættarliðið fær lán í peningastovninum at rinda sína bústaðareind. Partarnir kunnu somuleiðis gera sokallaða avtalu um at leiga fyri seinni at keypa. Við hesum fær yngra ættarliðið uppbygt sær eitt kreditvirði til lántøku.

Við slíkari loysn koma fleiri sjálvstøðugar bústaðaeindir í umfer, ið eru eldri- og brekvinaligar. Við fleiri bústaðaeindum kemur sirkulatión í bústaðarmarknaðinum, soleiðis at fólk kunnu selja stóru húsini, tí minni brekvinaligar bústaðaeindir eru at keypa og barnaríku familjurnar kunnu keypa stóru húsini. Við hesum minkar eisini trýstið á jarðarstykkjum, tá fleiri bústaðaeindir koma á sama grundøki. Mær er fortalt, at størsti eftirspurningurin er eftir minstu íbúðunum hjá Bústaðir. Marknaður er sostatt fyri smærri eindum.

Fyri at venda aftur til ungu kvinnuna við pinkubarninum, so frøddist hon um at hava ommuna so tætt við og ta gleði og stuðul, ið tær hava í hvørjari aðrari. Einsemi er ein verulig hóttan í vesturheiminum, og eisini her hjá okkum. Einsemi hevur stóra ávirkan á bæði sálarligu og kropsligu heilsuna hjá eldri fólki, ið aftur leggur trýst á eldratænasturnar. Við at innrætta okkum øðrvísi er nógv at vinna. Vit gerast alsamt fleiri eldri og færri yngri at bera fíggjarligu byrðarnar og veita tænasturnar. Sum longst í egnum heimi fær alsamt størri týdning. Krøvini til familjuna í dag eru so stór, at hús í trimum hæddum við hava skjótt kann gerast eitt haft um beinið. Hjálpin frá eldra ættarliðnum er kærkomin.

Bústaðarpolitikkur er sosialpolitikkur. Eg vil gera mítt til, at kommunan gongur á odda og veitir bestu karmar um nýhugsan á bústaðarøkinum soleiðis, at vit fáa fleiri sjálvstøðugar og dygdargóðar bústaðaeindir í kommununi, bæði at eiga og leiga.

Súsanna Nordendal
Valevni á Borgaralistanum í Vága Kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder