2023-04-29 15:31

Við seinkaðari fráferð úr Føroyum kl. 11.00 bleiv knýpið at náa flogfarið víðari til Zürich. Umframt landsliðið eru 35 stuðlar eisini við á ferðini.
MEN við góðari hjálp frá Atlantic Airways og góða hondbóltsvininum Ásvaldi Simonsen, sum megnaðu at hála í nakrar træðrir, eydnaðist tað ferðalagnum uppá eitt hangandi hár at sleppa umborð á Swiss Air flogfarið til Zürich.
Ferðalagið fer við bussi úr Sveis yvir markið til Bregenz í Eysturríki, har landsliðið eisini skal venja í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald