2024-07-10 13:20  
  
 U20-manslandsliðið er komið væl uppá pláss í Laško í Slovenia, beint uttanfyri Celje, sum er vertsbýur til EM-endaspælið.
Liðið hevði ein langan ferðadag í gjár, úr Vágum til París , síðani til Zagreb í Kroatia  og so við bussi til Laško í Slovenia  Býurin Laško er kendur fyri sítt ølbryggjarí og leggur navn til kendastu ølina í Slovenia 
Í dag hevur liðið vant  í dystarhøllini og havt video og taktikkfund  og annars fyrireika seg til dystin í morgin móti Sveisds Dysturin byrjar kl. 11.00, føroyska tíð, og kann stroymast her, tað kostar 8 euro fyri hvønn dyst ella 30 euro fyri allar hjá Føroyum.
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald