Ítróttur

HSF: U20-mennirnir komu í krútsterkan bólk til EM-endaspælið.

Føroysku U20-menninir fingu eitt torført lutakast. Føroyar komu í bólk saman við Slovenia, Danmark og Ungarn.

2022-02-18 12:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá hesin sami aldursbólkurin spældi U18-EM, gjørdist Slovenia nummar 4, Danmark nummar 5 og Ungarn nr. 9. Út frá styrkismetingini til lutakastið var Slovenia veikasta liðið í potti 1, Danmark sterkasta liðið í potti 2 og Ungarn sterkasta liðið í potti 3. Hetta var sostatt eitt sera avbjóðandi lutakast. Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki koma víðari til millumrunduna.

Bólkarnir:
Bólkur A: Spania, Portugal, Noreg, Pólland
Bólkur B: Slovenia, Danmark, Ungarn, Føroyar
Bólkur C: Kroatia, Svøríki, Frakland, Montenegro
Bólkur D: Týskland, Ísland, Italia, Serbia
Kappingin verður leikt í Porto í Portugal, dagarnir 7. - 17. juli.
Les meira um kappingina og bólkarnar her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder