Ítróttur

HSF: U20-kvinnur til HM-undankapping

Føroysku U20-kvinnurnar, føddar í 2004 og 2005, skulu spæla HM-undankapping í Serbia november.

2023-09-14 13:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

U20-kvinnur til HM-undankapping

Føroysku U20-kvinnurnar, føddar í 2004 og 2005, skulu spæla HM-undankapping í Serbia november.

Talan er um eitt sokallað millumumfar, har nr. 1 og 2 úr EHF Championship kappingunum í summar í Litava og Kosovo, og so lið nr. 15. og 16 í EM-endapælinum í summar, kappast um eitt HM-pláss. Liðini, sum koma at kappast, eru ávikavist Spania, Føroyar, Italia, Serbia og Kroatia. Eysturríki hevði eisini rættin at luttaka, men hevur givið avboð.

Kappingin verður leikt í Serbia í døgunum 21. – 26. november. Vinnarin av kappingini fær pláss í HM-endapælinum, sum verður í juni í 2024 í Norðurmakedonia. Lið nr. 2 verður fyrsta eykalið til HM, í so fall at onkur tjóð velur ikki at luttaka.

Tað verða verandi venjarar, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, sum halda fram sum venjarar hjá liðnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder