Ítróttur

HSF: U18-menn: Tryggur sigur á MTV Lübeck

.

2024-06-27 23:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Føroyska U18-mennirnir vunnu í kvøld ein tryggan, 37-25, sigur á MTV Lübeck, eftir at Føroyar vóru á odda 16-12 í hálvleikinum. Talan var um vinardyst undan Nations Cup, sum byrjar í morgin.
Fyritreytirnar fyri dystinum í kvøld vóru ikki tær bestu. Flogferð úr Føroyum tíðliga í morgun til Keypmannahavnar, bussur til Rødby, ferja til Puttgarten og síðani bussur til Lübeck, har hitastigini vóru omanfyri 30. Liðið var eisini uttan Paula Rasmussen, sum var sjúkur og Lýðar í Dímun, sum ikki er tøkur fyrr enn í morgin móti Týsklandi. Talan var tó um ein vinardyst móti lokalu MTV Lübeck, undan Nations Cup, sum byrjar í morgin, har mótstøðuliðini eru Týskland og Niðurlond.
Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, men vístu okkara so líðandi betri góðsku, har tað serliga var bakketan, sum gjørdi málini fyrstu løtuna. Eisini stóð verjan væl við ágangandi verjuspæli. Dysturin var í løtum merktur av nógva hitanum í høllini, har bólturin bleiv sveittutur og hálur og blivu heldur nógvar tekniskar villur. Føroysku venjararnir fingu við dystinum allar 14 leikararnar á vøllin í bæði fyrra og seinna hálvleiki og roynt ymsar uppstillingar í bæði verju og álopið. Talan var sostatt um ein góðan dyst fyri Nations Cup og komandi EM-endaspælið í Montenegro í august.
Í morgin bíðar ein væl størri biti, Týskland, sum altíð er at rokna millum fremstu hondbóltstjóðir, bæði hjá ungdómi og teimum vaksnu. Dysturin í Hansehalle byrjar kl. 17.30, føroyska tíð, og kann stroymast her fyri 5.99 euro. https://handball-globe.tv/nations-cup
Dystargongdin:
5 min. 5-3
10 min. 6-4
15. min. 8-5
20 min. 12-6
25 min. 14-9
30 min. 16-12
35 min. 20-12
40 min. 23-16
45 min. 27-21
50 min. 30-21
55 min. 33-22
60 min. 37-25
Málskjúttar hjá Føroyum:
Fríði Holm í Innistovu 7 (1)
Rúnar Hammer 7
Magnus Árason 6
Filip Haldansen 5
Helgi Jakob Haldórsson 4
Jón Midjord 3
Jógvan Andreas Lamhauge 2
William Napoleon Djurhuus 1
Torkil Debes Dahl 1
Haraldur Karlsson 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder