2023-07-20 13:52
EHF hevur frá komandi árið víðka ungdóms-EM frá 16 til 24 lið, og tískil er undankappingarleisturin eisini broyttur fyri U18-kappingina. Ovastu 8 styrkismettu londini frá trimum teimum seinastu U18 EM eru beinleiðis við, meðan restin vinna seg í kappingina, antin ígjøgnum styrkismetingina hjá EHF, alt eftir hvussu nógv lond skráseta seg til kappingina, ella í undankapping í januar
8 ovastu styrkismettu londini frá trimum teimum seinasta U18 EM-endaspølunum eru beinleiðis við. Tey eru Spania, Svøríki, Týskland, Kroatia, Danmark, Ísland, Ungarn, Slovenia.
Hartil koma londini styrkismett 9-13 beinleiðis við í kappingina hesaferð. Hetta talið kann variera frá kapping til kapping. Hesi eru hesaferð Portugal, Noreg, Frakland, Serbia og Føroyar. Montenegro kemur við sum land nr. 14, tá teir hýsa kappingini. Montenegro er annars styrkismett sum nr. 20.
Seinastu 10 plássini í endaspælinum verða avgjørd við undankapping í januar, har 20 lond luttaka.
Hesin árgangurin hjá Føroyum gjørdist nummar 10 í ársins European Open.
Myndir: EOC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald