Ítróttur

HSF og U04-manslandsliðsvenjararnir hava longt sáttmálan

 HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen..

2022-11-23 10:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF skrivar:
Teir báðir hava havt ábyrgdina av ungu monnunum, føddir í 2004 og 2005, síðani á sumri 2020. Talan er um liðið, sum í summar luttók í U18 EM í Montenegro og tók øll á bóli og gjørdist nr. 9 av teimum fremstu í Europa. Góða EM-úrslitið ber eisini við sær, at Hjalti og Djóni skulu til U19 HM við liðnum í summar í Kroatia. Toymið kring liðið telur eisini Ára Dam, málverjavenjara, Rana Ellingsgaard liðleiðara og Duritu Rouch, fysioterapeut.

Sáttmálarnir hjá Hjalta og Djóna eru galdandi til 31. juli 2024

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder