Ítróttur

HSF: Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

.

2024-03-21 17:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.
Bólkarnir:
Bólkur 1: Slovenia, Norðurmakedonia, Litava, Estland
Bólkur 2: Ungarn, Montenegro, Slovakia, Finnland
Bólkur 3: Ísland, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, Georgia
Bólkur 4: Spania, Serbia, Italia, Litava
Bólkur 5: Kroatia, Kekkia, Belgia, Luksemborg
Bólkur 6: Niðurlond, Føroyar, Ukraina, Kosovo
Bólkur 7: Týskland, Eysturríki, Sveis, Turkaland
Bólkur 8: Portugal, Pólland, Rumenia, Ísrael
Tað er langt síðani at Føroyar hava møtt Niðurlondum. Í 1984 møttu Føroyar Niðurlondum í C-HM kappingini. Tá taptu Føroyar 12-24. Í C-HM í 1986 taptu Føroyar heili 13-35.
Føroyar hava møtt Ukraina heili 5 ferðir síðani 2018. Føroyar hava tapt 4 ferðir, men vunnu greitt seinast 33-26.
Føroyar hava møtt Kosovo tríggjar ferðir og vunnið hvørja ferð. Í 2015 vunnu Føroyar 36-30 í Emerging Nations kappingini í innleiðandi bólkaspælinum og møttu teimum aftur í hálvfinaluni, og tá vunnu Føroyar 31-23. Í 2017 møttust Føroyar og Kosovo aftur í Emerging Nations hálvfinaluni, ið tá var leikt í Bulgaria. Føroyar vunnu dystin 33-30.
Fyrsti dystur í kappingini verður á heimavølli móti Kosovo mikudagin 6. november.
EM-endaspælið, ið verður leikt dagarnar millum 15. januar og 1. februar í 2026 hevur fýra leikvøllir. Teir eru Telenor Arena í Oslo, Jyske Bank Boxen í Herning, Malmö Arena í Malmö og Kristianstad Arena í Kristianstad.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder