Ítróttur

HSF: Komandi málverjaskeið

HSF fer at skipað fyri skeiðum fyri hondbóltsmálmenn.

2022-03-11 09:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Øll vita hvussu týdningarmiklir málverjar eru í hondbólti. Samstundis er økið viðbrekið og krevur serligan ans. Ásannandi stóra tørvin, hevur HSF í eina tíð arbeitt við at seta á skrá tiltøk, sum skulu styrkja málverjaøkið.

Eitt av átøkunum er, at HSF nú fer undir eina tilgongd við málverjavenjaraskeiðum við Tom Riisgaard Jensen. Tom er málverjarvenjari í danska felagnum Bjerringbro-Silkeborg Håndbold og hevur virkað sum málverjavenjari í donskum elituhondbólti í nógv ár.
Skeiðini verða í viku 11, 15, 41 í 2022 og í viku 10 og 17 í 2023.
Fyrsta skeiðið verður týsdagin 15. mars og hava feløgini fingið kunning viðvíkjandi tilmelding.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder