Ítróttur

HSF: Føroyar komu í bólk H saman við Svøríki, Iran og Burundi.

Føroysku U19-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið.

2023-03-03 12:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talan er um ein spennand bólk. Svøríki gjørdist nummar 2 í U18 EM-endaspælinum í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 9. Liðini møttust í fyrsta dystinum í kappingini, har Svøríki vann 32-29. Iran gjørdist nummar 2 til asiatiska endaspælið, meðan Burundi gjørdist nummar 4 í afrikanska endaspælinum. Eftir innleiðandi umfarið verður Føroyar sett saman við bólk H, sum telur Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA.

Bólkarnir:
Bólkur A: Portugal, Kroatia, Ruanda, Algeria (Býur: Varazdin)
Bólkur B: Ungarn, Slovenia, Marokko, Ný Sæland (Býur: Varazdin)
Bólkur C: Egyptaland, Ísland Japan, Kekkia (Býur: Koprovinica)
Bólkur D: Spania, Suðurkorea, Brasil, Bahrain (Býur: Koprovinica)
Bólkur E: Danmark, Eysturríki, Kili, Meksiko (Býur: Rijeka)
Bólkur F: Noreg, Montenegro, Norðurmakedonia, IHF Trophy vinnari (Býur: Rijeka)
Bólkur G: Týskland, Argentina, Saudi Arabia, USA (Býur: Opatia)
Bólkur H: Svøríki, Føroyar, Iran, Burundi (Býur: Opatia)
HM verður leikt í Kroatia dagarnar 2. – 13. august í býunum Koprovinica, Varazdin, Rijeka og Opatia Føroyar skal spæla innleiðandi dystirnar í strandarbýinum Opatia.
Føroysku fyrireikingarnar til HM byrja við einari samling í apríl. Í mai og juni, eftir at heimliga kappingin e er liðug, kemur liðið at venja fast saman. Í juli mánaði verða tveir fyrireikingardystir móti Íslandi.
Tað eru Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, sum eru venjarar hjá føroyska U19-landsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder