2024-08-16 20:51

Seinnapartin gjørdist tað greitt, at mótstøðuliðið hjá U18-monnunum í dystinum um 15. pláss í EM-endaspælinum og HM25-atgongumerkið verður Eysturríki.
Hetta gjørdist greitt eftir at Eysturríki tapti 29-28 fyri Kekkia seinnapartin í dag. Lagt er helst upp til ein spennandi dyst, tí Føroyar taptu eisini 29-28 fyri Kekkia fyrr í kappingini. Bestu 15 liðini í EM-endaspælinum fáa atgongumerki til HM-endaspælið í 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald