Ítróttur

HSF: A-landsliðið gleðir seg til kvøldið

Tað er útselt til dystin og heitir HSF á fólk um at møta í góðari tíð.

2023-04-26 12:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

A-landsliðið hjá monnum gleðir seg til at síggja tykkum í Høllini á Hálsi til dystin móti Ukraina kl. 19.00 í annaðkvøld. Dyrnar lata upp kl. 17.00 og verður víst til parkering í kringøkinum á Hálsi , við Gundadalshøllina, Dansfrøði, BankNordik, Bowlinghøllina og rennibreytina. Møguleiki verður fyri at fáa andlitsmáling og at keypa sær okkurt lætt.
Tað er útselt til dystin og heitir HSF á fólk um at møta í góðari tíð. Hevur tú ikki atgongumerki, kann dysturin annars síggjast í KVF, sum sendir frá kl. 18.15, eisini sigur FM1 frá dystinum. Uttanlands kann dysturin stroymast á ehftv.com við enskum frásøgufólki.
Koyr á Føroyar!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder