Ítróttur

HSF:   U19-menn: Løtt HM byrjan

Talan gjørdist um ein bleyta byrjan fyri føroysku U19-mennirnir í HM-endaspælinum í Kroatia í dag. Føroyar vunnu stórsigur, 53-21, á Burundi, eftir hálvleiksstøðuna 30-8.

Croatia 2023/Kolektiff images

Croatia 2023/Kolektiff images

2023-08-03 10:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tað var rættiliga skjótt greitt, at Burundi sannlíkt var veikasta mótstøðuliðið Føroyar fóra at møta í bólkaspælinum. Burundi gjørdu eitt hav av villum í fyrra hálvleiki, heili 27. Skotini vóru heldur ikki serliga neyv, og høvdu okkara málmenn eitt bjargingarprosent á heili 63 % í fyrra hálvleiki. Avbjóðingin fyri okkara menn bleiv at halda høvdið kalt og fokus í dystinum. Hetta eydnaðist ikki heilt í løtum, har nógvir bóltar vóru tveittir burtur og nógvir málmøguleikar brendir. Munurin var tó so stórur á liðunum at hálvleiksstøðan var 30-8
Í seinna hálvleiki gjørdist talan um ein dyst, har ymiskar uppstillingar skuldu roynast og kreftirnar fordeilast í mun til komandi dystir. Hetta eydnaðist fyrstu 10 minuttirnar, men kom ein løta eftir hetta, har tað gekk alt ov illa at skora uppá kjansirnar og Føroyar ikki skoraðu í 5 minuttir. Verjan stóð heldur ikki eins væl og vóru tað Burundi, sum minkaðu um leiðsluna. Føroyar skoraðu tó 10 ferðir seinastu 10 minuttirnar til endaligu støðuna 53-21.
Eftir dystin var Óla Jákup Gaard Olsen kosin besti leikari í dystinum. Óla Jákup gjørdi 9 máli í dystinum, bæði av bakkinum og vonginum. Heili 13 føroyskir spælarar gjørdu mál í dystinum.
Føroyar møta Iran í morgin kl. 18.00. Iran vísti styrki í dag og tók øll á bóli og spældi javnleik móti Svøríki. Dysturin kann stroymast á youtube hjá IHF. Síðan eitur IHF Competitions.
5 min. 3-1
10 min. 9-3
15 min. 15-4
20 min. 20-5
25 min. 25-6
30 min. 30-8
35 min. 34-8
40 min. 39-11
45 min. 39-13
50 min. 43-15
55 min. 48-17
60. min. 53-21
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 11 (6)
Óla Jákup Gaard Olsen 9
Tróndur Johnsson 7
Jákup Egholm 5
Niklas Gaard 4
Ísak Vedelsbøl 3
Búi Poulsen 3
Høgni Højsted 3
Trúgvi Hávardson 3
Rói Seyer Hjaltason 2
Sofus í Selvindi Nattestad 2
Tóki Fríðriksson 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder