2024-01-07 09:00
Í dysti millum jól og nýggjár fór 18-ára gamla føroyska stórtalentið av vølli við skaða, tí hann lendi illa.
Óli Mittún spældi ikki í venjingardystinum fríggjarkvøldið, men byrjaði inni í gjárskvøldið. Óli spældi bert fyrra hálvleik, men tað var eisini planurin frá byrjan segði hjálparvenjarin, Julian Johansen, við okkum eftir dystin.
Sum myndin vísir, so hevði Óli ísposa um fótin í seinna hálvleiki í gjár.
Hoyr hjálparvenjarin seta orð á støðuna hjá Óla.
Sí eisini:
Myndir: Føroyar vunnu 34-29 á Belgia
Julian: Nú skulu leikarnir ikki blíva yvirspentir
Um tú ert á telefon, trýst so fyrst á "Listen in browser".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald