Annað

Høvi at vitja umborð á fregattini, Auvergne 13. august

Hósdag 13. august verður høvi at vitja umborð á fronsku fregattini Auvergne, sum liggur við kai í Havn.

2026-08-11 18:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fýra ymiskar vitjanartíðir verða bodnar út, og pláss er fyri 20 fólkum til hvørja klokkutíð:

Hósdag 13. august

  1. 08:30
  2. 09:30
  3. 10:30
  4. 11:30

Áhugað kunnu skriva teldupost til [email protected] ella senda sms til 211057. Skrivið navn, kyn, føðingardag og hvørja klokkutíð ynski er at vitja. Veljið fegin tvær klokkutíðir sum ynski 1 og ynski 2. Tey, sum fáa plássini, fáa boð um tað. Tað er neyðugt at bera skjótt at við at tekna til, og skotbráið er stutt. Seinasta freist at tekna til, er mikudag 12.august kl. 17.

Tey, sum ætla umborð og fáa svar um, at tey hava fingið pláss, mugu hava samleikaprógv við umborð, so sum pass ella koyrikort. Børn mugu fylgjast við vaksnum.


Franska konsulatið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder